Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Á myndini frá vinstru: Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum, Niels Mortensen, stjóri í SMS, Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, og Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum

Bæði SMS og Tjaldurs Apotek verða í næstum knýtt í fjarhitaleiðingina, sum er løgd oman eftir Hoydalsvegnum, og tað fegnast leiðslurnar á báðum støðum um. Haðani er boðskapurin, at um øll hava sín orkusparandi hugburð, so lyfta vit í roynd og veru í felag, og á henda hátt verður lættari at røkka grøna málinum hjá føroyska samfelagnum.

- Vit hava alla tíðina orkusparandi átøk í huganum. Vit hava skift til orkusparandi perur, og tá Miklagarður verður umbygdur í næstum, skifta vit alla køli- og frystiútgerð út, so at hon er so orkusparandi sum gjørligt, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

Hann vísir á, at umframt, at fyritøkur við grønum hugburði kunnu minka rakstrarútreiðslurnar, so sýna tær eisini samstundis samfelagssinni.

SMS er knýtt upp í hitaskipanina hjá Apotekinum, sum er ein gomul oljurikin hitaskipan, ið treingir til at skiftast út. Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, sigur, at tað passaði sera væl, at fjarhitin var lagdur oman eftir Hoydalsvegnum, nú nýggj hitaskipan skuldi fáast til vega.

- Apoteksverkið er almennur stovnur. Tað hevur stóran týdning, at almennir stovnar eru fyrimyndir á grønu kósini fram ímóti 2030, tá ætlanin er, at alt føroyska samfelagið á landi skal grundast á varandi orkukeldur, sigur Hjalti Gunnarstein, landsapotekari.

Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, ið herfyri tók við sum nevndarformaður í Fjarhitafelagnum, fegnast um góðu gongdina í útbyggingini av fjarhitanum í Tórshavnar kommunu.

- Tað er gleðiligt at síggja, at alsamt fleiri stórir bygningar verða knýttir upp í fjarhitaskipanina, so hvørt vit ota okkum ígjøgnum høvuðsstaðin við fjarhitanum, sigur Bogi Andreasen, nevndarformaður í Fjarhitafelagnum.

Bogi Andreasen leggur aftrat, at Fjarhitafelagið er ein týðandi orkuberi, sum er við til at minka CO2-útlátið í høvuðsstaðnum. Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál, at CO2-útlátið skal lækka 20 prosent í 2022 sammett við 2013, tá høvuðsstaðurin setti sær hetta málið. 

Talið av fjarhitabrúkarum hevur verið støðugt vaksandi seinnu árini. Fyri 10 árum síðani vóru góðir 700 brúkarar í skipanini, og í dag eru umleið 1300 brúkarar knýttir í fjarhitanetið í høvuðsstaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo