Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vinna

Hóast sølan vaks stívliga 6 milliónir krónur so minkaði ársúrslitið eftir skatt hjá Smyril Line við nærum 16 milliónum krónum í fjør.

Høvuðsorsøkin skal finnast í vaksandi framleiðslukostnaði, tað kann til dømis vera olja. Hesin útreiðslupostur vaks við 10 mió kr. Og starvsfólkahópurin var stívliga fýra milliónir krónur dýrari enn árið fyri. Smyril Line rindaði nærum 81 mió kr í lønum í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 674 mió kr og eginognin var 272 mió kr.

Í leiðslufrágreiðingini verður sagt, at tey høvdu roknað við heldur frægari úrsliti,  men tey eru nøgd hóast alt.

- Høvuðsorsøkirnar til lakari úrslitið eru hægri oljuprísir, lægri mongdir á útflutninginum úr Føroyum  og byrjunaríløgur í sambandi við víðkan av virkseminum í Danmark og Íslandi, verður sagt.

Miðalprísurin á brennievni til skipini var í fjør 16% hægri enn árið fyri og heili 61% hægri enn fyrraárið. Og tað leggur trýst á raksturin.

Eisini hevur talið á ferðandi verið eitt vet lægri. Prísvøksturin í Íslandi hevur verið hækkandi seinastu árini, og tað ger, at stígur er komin í ferðafólkavøksturin, sum hevur verið seinastu nógvu árini. Og harumframt er kappingin nógv vaksin, verður sagt í leiðslufrágreiðingini.

Um framtíðina sigur Smyril Line:

- Hóast útlitini fyri inniverandi ár eru rímulig, mugu vit staðfesta, at verandi búskaparvøkstur í Føroyum ikki heldur fram. Fyri at gerast minni tengd at einum einstøkum marknaði verður støðugt arbeitt við at økja um okkara farmavirksemi uttanfyri Føroyar. Vit staðfesta samstundis, at vit við íløgunum í farmaskip økja um samlaða fíggjarliga váðan í samtakinum, og at vit verða meira útsett fyri hækkandi oljuprísum og rentum.

Umframt Norrønu eigur Smyril Line eisini farmaskipini Mykines, Eystnes og Hvítanes.

Smyril Line er við í samtaksroknskapinum fyri móðirfelagið, smápartafelagið Skansabrekka. Tann roknskapurin er ikki tøkur enn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo