Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fróðskaparsetur Føroya skipar saman við Hugskotinum og Tórshavnar kommunu fyri ráðstevnuni “Snilda framtíðin”.

Ráðstevnan er í dag, og hon heldur fram í morgin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Í dag hava framløgur verið um eldraøkið, og hvussu talgildar loysnir kunnu hjúkla um og veita eldri borgarum umsorgan.

Í morgin hósdagin verður dentur lagdur á samferðslu og orku í bygningum, og hvussu vit við snildum KT-loysnum kunnu skapa ein betri bý og eitt betri samfelag.

Bæði føroyingar og gestir uttanífrá leggja fram og luttaka. Annika Olsen, borgarstjóri, hevði eina framløgu í dag, har hon vísti á tey mál, sum kommunan hevur, og hvørjar avbjóðingar eru fyri framman, og hvussu umráðandi tað er, at KT verður tikið við í tær ætlanir, sum verða lagdar.

Umframt framløgur og orðaskifti í tveir dagar, er framsýningin “Internet of Things” at síggja, sum sýnir vælferðartøkni frá Almannaverkinum og Sjónsdeplinum.

Fleiri myndir eru á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo