Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Vinna

Mynd: Kiran Jóanesarson

Næstan helmingurin av allari menningarkvotuni, ella so at siga øll sildakvotan, 950 tons, sum Arctic Voyager hjá Pf Jókin hevur fiskað fyri TG Fisk í Suðuroynni, endaði í Fuglafirði.

- Og hetta er gjørt uttan fráboðan ella góðkenning frá Fiskimálaráðnum, skrivar aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert til TG Fisk og Pf Steintór.

- Landingar, sum í stóran mun eru framdar uttan fyri økið, ið umsóknin og avgerð eru grundaðar á, eru  nýggjar faktuellar upplýsingar av stórum týdningi fyri avgerðina um at lata menningarkvotu til tykkum fyri 2018.

- Vísandi til hesar umstøður er ætlanin at taka tilsøgnina aftur at fiska menningarkvotu í 2018, skrivar aðalstjórin og hevur givið feløgunum freist at svara ætlanarskrivinum 21. november 2018 klokkan 12.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo