Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Krutl

Teir báðir, Jeremy Clarkson og Oisin Tymon hava nú gjørt eina semju sum millum annað inniber, at Jeremy Clarkson biðjur um treytaleysa umbering, sum hann nú hevur gjørt.

Eisini skal hann gjalda Oisin Tymon tað sum svarar til 956.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og sviða.

Tað var í mars í fjør at øði spann í høvuðsvertin í Top Gear sendingini hjá BBC, tí eingin heitur matur var at fáa eftir at teir høvdu arbeitt ein langan dag.

Orðadráttur stóðst ímillum hann og framleiðaran, og endin var, at tann seinni fekk ein frammaná frá Clarkson, sum eftir hendingina fekk sekkin frá BBC.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo