Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Á fundi í fyrrakvøldið 20. mars varð Hagafelag Føroya stovnað. Umleið hálvthundrað fólk vórðu møtt á stovnandi fundinum í Hornahúsinum.

Rúna Hjelm greiddi frá tilgongdini at stovna felagið og um, hví neyðugt er at hava eitt felag at verja frælsið hjá vanliga føroyinginum at fara út í náttúruna.

Viðtøkurnar vórðu lagdar fram, og síðani varð orðaskifti um viðtøkurnar.

Summi hildu, at onkur orðing kundi verið neyvari, meðan onnur meintu, at viðtøkur eiga at vera meira yvirskipaðar.

Felagssangur var, og Rani Nolsøe spældi tvey løg.

Nevndin í Hagafelag Føroya er henda: Rúna Hjelm, Magnus Gaard, Eydna Klakkstein Thomsen, Eyðun Húsgarð og Óluva Zachariasen. Varalimir eru Sigurð Ó. Vang og Guðrun Zachariasen.

Nevndin fer á fundi í næstum at skipa seg og leggja ætlanir fyri árið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo