Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Miðilin L'Equipe skrivar at Ronaldo var í luftini í 0,73 sekund og at bólturin hevði eina ferð á 71,3 km/t tá ið Ronaldo hevði stútað hann.

L'Equipe skrivar eisini at Ronaldo hoppaði 76,2 sentimetrar upp og at høvd hansara kom upp á 2,61 metrar, tá ið hann rakti bóltin. Tað er hægri enn tvørliggjarin (2,44 metrar).

Men sambært norska miðlinum TV2, sum endurgevur franska landsliðsvenjaran í flogbólti, Laurent Tillie, so hoppa flogbóltsleikarar millum 95 og 110 sentimetrar upp, og onkur hevur hoppað upp í 130 sentimetrar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo