At vera eitt sexsymbol er ein tung byrða at bera, serliga tá ein er móð, særd og ørkymlað
- Marilyn Monroe
Onnur tíðindi

Sambýlið Eysturstræti 4 er ikki ein stovnur, sum loypur í eyguni á fólki. Væl fjaldur liggur hann úti við Strond við besta útsýni yvir allan Nólsoyarfjørð. Talan er um eini stór hugnalig sethús, sum á ongan háttt minna um ein stovn av nøkrum slagi.

Her búgva 9 ungir menn. Skilagóðir menn, sum hava havt sítt hoyggj at draga, men sum klára seg væl og stórtrívast á stovninum, ið tryggjar teimum eitt trygt útgangsstøði ávegis útaftur í samfelagið. Samanhaldið er so gott, at teir, sum fluttir eru í egna íbúð í býnum, javnan vitja innaftur til eitt prát.

Eysturstræti starvar eins og Sólteigur eftir meginreglunum í heimlagsviðgerð (miljøterapi). Endamálið hjá stovninum er at taka ímóti fólki, sum hava sálarligar trupulleikar, og at leggja til rættis umsorganarliga viðgerð, sum hevur við sær størri sjálvbjargni sálarliga, mentalt og sosialt.

Tilboðið er til bæði kvinnur og menn, men her á Eysturstræti búgva sum er bara menn. Bútíðin er ikki avmarkað, hon kann vara so leingi, sum báðir partar meta, at uppihaldið gagnar.

Fríggjadagin var Annika Olsen, borgarstjóri, saman við Eyðfríð Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóra í Tórshavnar kommunu, boðin at vitja á stovninum, har leiðarin Sámal Lindenskov og Sólvá Heinesen, starvsfólk, greiddu frá og bjóðaðu til kaffi og hugnaligt prát í nýggja køkinum.

Sum sagt hoyra Sólteigur og Eysturstræti saman sum stovnar, leiðari á Sólteigi er Rasmus Patursson.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo