Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Vinna

Harutøl verða framvegis skrásett á heimasíðuni “Haran.fo”, og nú er samlað talið av skrásettum harum, sum vórðu skotnar í 2018, komið upp á 4.094 harur, sum eru skotnar á 534 túrum kring landið.

Fyri eini viku síðani vóru bara 322 túrar skrásettir, við tilsamans 2.830 harum. Sostatt eru meira enn 200 nýggir túrar skrásettir og 1.200 harur eru lagda afturat listanum hesa seinastu vikuna.

ENN MANGLA FLEIRI TØL
Enn eru tað tó fleiri harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna. Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini á heimasíðuni “Haran.fo”, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2018.

Trýst fyrst á ljósabrúna feltið ovast uppi í høgra horni, sum eitur "Skráset Harutúr"

- brúkaranavn: hs

- loyniorð: login

Øll tey, ið skráseta harutúrar, eru við í einum lutakasti av einum GÁVUKORTI uppá 1.000 kr, sum handilin "Jógvan Weihe" hevur latið.

Ein lutaseðil verður latin fyri hvørja skráseting: Hevur tú eina skráseting, fært tú ein lutaseðil. Hevur tú fimm skrásetingar, fært tú fimm lutaseðlar.

Samlaða haruveiðan í Føroyum árini 2012 til 2018. Tølini fyri 2018 eru tó bara fyribils (9. januar 2012) tí tað eru fleiri, sum ikki enn hava skrásett túrarnar

Myndin vísir talið av harum ( ── ), sum eru skotnar hvønn dagin í veiðutíðini, frá 2. november til 31. desember 2018, og hvussu nógvir túrar eru gjørdir teir einstøku dagarnar (- - - - - -). Tølini fyri 2018 eru tó bara fyribils (9. januar 2018) tí tað eru fleiri, sum ikki enn hava skrásett túrarnar

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo