Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vinna

Felagið Nótaskip: Mikukvøldið var eitt innslag í útvarpinum um, at veruliga árliga tilfeingisrentan í fiskivinnuni er ein milliard krónur.

Víst verður til danska tjóðbankan, sum í síni greining av føroyska búskapinum í september í ár førir fram, at yvirnormali vinningurin í føroysku fiskivinnuni er umleið ein milliard krónur.

Tað er ikki tjóðbankin, ið hevur gjørt hetta roknistykkið. Útrokningarnar eru gjørdar í Fiskimálaráðnum, og eru helst umvegis Ríkisumboðið komnar tjóðbankanum í hendi.

Trupulleikin er, at her liggja ein røð av fortreytum til grund fyri roknistykkinum, sum ikki hava hald í veruleikanum.

Taka vit útrokningina hjá Fiskimálaráðnum av sonevndu veruligu tilfeingisrentuni í 2015, so verður staðfest, at samlaða avlopið hjá øllum fiskiflotanum eftir skatt hetta árið er 316 mió. kr.

Tí er tað ein góður spurningur, hvussu roknaða tilfeingisrentan sama árið er útvið eina milliard krónur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo