Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Onnur tíðindi

Tað ljóðar ikki so lítið - 6,6%. Tað var vøksturin í búskapinum í Kina í fjør.

Men tað er ikki nógv, samanborið við vøksturin seinastu næstan 30 árini. Tí vit skulu aftur til 1990 fyri at finna ein so lágan vøkstur sum tann í 2018.

Hildið verður, at handilskríggið við USA er ein partur av orsøkini. Men ein annar partur er, at vøksturin hevur verið serstakliga stórur í nógv ár, og tí er ikki undarligt, at hann fyrr ella seinni minkar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo