Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Vágatíðindi

Vága Floghavn: Fyrstu ferð í søguni hjá Vága Floghavn hava trý A320 flogfør verið á flogvøllinum samtíðis. Á forplássinum vóru eitt A320 og eitt A319 hjá Atlantsflog, tvey A320 hjá SAS og eitt minni privatflogfar.

Tað skrivar Vága Floghavn.

Tað merkir, at uml. 480 ferðandi lendu innanfyri 23 min, og nakað tað sama skuldi avstað aftur innanfyri umleið 1 tíma.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo