Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Tekstlýsingar

Við nýggjum bygningi og nýggjum bygnaði eru virkisøkini broytt, og tí søkja vit eftir 2 deildarleiðarum.

Um størvini
Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við heimatænastuna, fáa skjóta, fakliga grundaða tænastu við atliti til heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetinganar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur og leiða starvsfólkini til tvørfakligar arbeiðsgongdir, sum skulu síggjast aftur í allari tænastuni.

Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, seta dám á broytingar eftir nýggja bygnaðinum og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.

Deildarleiðari á 1. hædd á Sýnini
Deildarleiðarin skal vera ergo- ella fysioterapeutur.

Deildarleiðarin er dagligur leiðari hjá starvsfólkum í rehabiliterandi arbeiðnum á rehabiliteringsdeildini á 1. hædd og terapeutiska arbeiðnum 3. hædd, sum m.a. er at menna og skipa rehabilitering og rehabiliterandi arbeiðsgongdir.

Deildarleiðarin skal í hesum tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum.

Deildarleiðari á 3. hædd á Sýnini
Deildarleiðarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur.

Deildarleiðarin er dagligur leiðari hjá starvsfólkum í sjúkrarøktarfakliga arbeiðinum á 3. og 1. hædd, sum m.a. er at menna og skipa góðar arbeiðsgongdir.

Deildarleiðarin skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum.

Førleikakrøv
Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur er eitt krav til starvið sum deildarleiðari á 3. hædd á Sýnini.

Útbúgving sum ergo- ella fysioterapeutur er eitt krav til starvið sum deildarleiðari á 1. hædd á Sýnini. 

Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum.

Neyðugt er at hava KT-førleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

Setanarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til leiðaran av Heimatænastuni.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Størvini verða sett skjótast til ber.

Fleiri upplýsingar um størvini
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum, størvini og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvsprofilarnar á heimasíðunum www.vaga.fo og www.sorvag.fo

Meira fæst eisini at vita um størvini við at ringja til Halldis Joensen, leiðara, á tlf. 793201

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastan í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressuna: htv@htv.fo 

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 2. mars kl. 12.00.

Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og, um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo