Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Onnur tíðindi

Tórshavnar Býarsavn virkar sambært løgtingslóg um bygdasøvn og hevur formliga virkað innan mentanararvs- og søguligt virksemi síðani 1987. Serliga kann nevnast, at síðan aldarskiftið eru útkomin fimm bind av Havnar søgu, og verður sætta bindið klárt í vár. Eisini er Tórshavnar býaratlas gjørt og er partur av tí stóra arbeiði, kommunan hevur lagt í varðveitslu av jarðføstum fornminnum.

Í viðtøkunum fyri savnið er m.a. ásett at savna, skráseta og framsýna lutir og annað mentanarsøguligt tilfar, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan ymsar tíðir, ella eru knýttir til søguligar hendingar; at skipa fyri søgu- og mentanarfrøðiligum kanningum við atliti at savnsvirkseminum; at vegleiða býráðið og umsitingina um mentanarsøgulig fyrilit at sýna í sambandi við byggisamtyktir og byggiloyvi.

Savnið virkar við støði í etisku ICOM-reglunum fyri savnsvirksemi, sum er ásett av UNESCO og staðfest í Føroyum av landsstýriskvinnuni í mentamálum. Savnið hevur goymsluhøli, og arbeitt verður við at útvega føst framsýningarhøli umframt at brúka onnur høli hjá kommununi. Av serligum uppgávum komandi árini eru ætlanirnar um endurskapan av fiskastykkinum yviri við Strond.

Søkt verður nú eftir leiðara til býarsavnið. Tórshavnar býarsavn fer nú í næstum undir regluligt framsýningarvirksemi, og er starvið sum leiðari og savnsvørður á Tórshavnar býarsavni leyst at søkja við starvsbyrjan í apríl 2018 ella eftir nærri avtalu.

Tórshavnar býarsavn er savnið fyri borgarar og øll, sum eru góð við Havnina og vøkru bygdirnar í kommununi. Við lutum, myndum og upptøkum av ymiskum slag hevur Tórshavnar býarsavn til endamáls at lýsa gerandisdagin hjá borgarum í Havn og í bygdunum í kommununi, serliga í tíðarskeiðinum frá miðskeiðis í nítjandu øld fram til nýggja tíð.

Sum høvuðsstaður hevur Havnin spælt ein høvuðsleiklut í mentanarligari og vinnuligari menning fyri alt landið, og verður uppgávan hjá savninum at lýsa hesa menning og tey mentanarligu og vinnuligu rákini, ið so ella so hava sett síni fingramerki á gerandisdagin hjá havnarborgarum. Virkisumdømið hjá Býarsavninum er annars øll Tórshavnar kommuna.

Ein týdningarmikil partur av bygnaðinum í Tórshavnar býarsavni er samstarv við borgarar, felagsskapir, granskarar, sjálvboðin, vinnulívið, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið og onnur bygdasøvn. Savnið er í holt við at yvirtaka savnið hjá Birgari Johannessen, ið verður partur av samlaða virkseminum.

Komandi árini er ætlanin at fara undir eina stigvísa menning av virkseminum, herundir at gera evnisframsýningar, byggja upp eina viðkomandi heimasíðu og at miðla býarsøgu í almenna rúminum.

Hevur tú áhuga ber til at hyggja inn á Starvstorgið á heimasíðuni og lesa meira um persónligar og fakligar førleikar, umframt lønar- og setanartreytir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo