Meira ræður um tað, ið rætt er, enn hvør ið rætt fær
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, í avbjóðandi umhvørvi.

Felagið ger stórar útbyggingar í Havnini, og fer at leggja um til meira varandi orku, so talan er um eitt framsøki og mennandi starv fyri rætta umsøkjaran.

Førleikakrøv:
Vit søknast eftir einum handverkara, rørsmiði, maskinsmiði ella elektrikara.

Vit leggja dent á at tú hevur góð samstarvsevni, ert arbeiðssamur og nærlagdur.

Arbeiðsuppgávur: 
Umframt vanligar rakstraruppgávur og vaktarskipan, fevnir starvið um viðlíkahaldi av netinum, eftirlit við útbyggingum, kundatænastur, o.a.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála við avvarðandi felag.

Umsókn:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til

Fjarhitafelagið P/F
Smyrilsvegur 13
Postrúm 3215
110 Tórshavn

Ella sum teldupostur: fjarhiti@fjarhiti.fo

Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 20. januar 2020.

Nærri fast at vita um starvið við at venda sær til Hans Chr. Dam, stjóra, á telefon 319559 ella 214062. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði.
 
Meira fæst at vita um Fjarhitafelagið á heimasíðu okkara: www.fjarhiti.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo