Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Frá Fótbóltssambandi Føroya: Nations League er nýggja kappingin hjá UEFA fyri A-landslið hjá monnum. Í kappingini verða luttakandi londini skipaði í fýra deildir við javnt sterkum liðum, har vinnarin av deildini fær møguleikan at luttaka í sjálvum EM-endaspælinum, sum verður í 2020.

Føroyska landsliðið luttekur í deild D, saman við 15 øðrum londum, ið eru styrkismett ájavnt við Føroyar á styrkislistanum hjá UEFA. Hvør deild verður býtt í fýra bólkar, við fýra londum í hvørjum bólki. Bólkavinnararnir hittast síðani í hálvfinalu og finalu, og vinnarin fer til EM 2020. Dystirnir í bólkaspælinum verða spældir á heysti í 2018.

Komandi ár skulu Føroyar sostatt spæla seks dystir í bólkaspælinum í Nations League – tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli. Tveir dystir verða í september, tveir í oktober og tveir í november 2018.

Lutakastið til Nations League verður 24. januar næsta ár. Men sølan av atgongumerkjum til kappingin byrjar tó longu fríggjadagin 1. desember klokkan 12.

Fyrstu atgongumerkini, sum verða sett til sølu, eru sokallaðu ”Nations League Landsliðspakkarnir”, har áskoðarar kunnu tryggja sær sín heilt egna sess á Tórsvølli til teir tríggjar Nations League heimadystirnar, sum verða í 2018.

1.000 ”Nations League Landsliðspakkar” verða settir til sølu, og plássini, ið talan er um, eru á eystaru síðu á Tórsvølli. Áskoðaraøkini eru flokkaði í tveir bólkar, har dýrari Landsliðspakkin kostar 600 kr, meðan hin bíligari kostar 450 kr.

Eftir lutakastið 24. januar verða nýggj atgongumerki send við upplýsingum um einstøku dystirnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo