Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Tekstlýsingar

Vit leita eftir einum ágrýtnum og málrættaðum starvsfólki til eitt spennandi sølustarv.

Um Føroya Bjór
Síðani 1888 hevur Føroya Bjór framleitt og verið veitari av dygdar drykkivørum á føroyska marknaðinum. Øl, leskidrykkir og saft umframt vørur frá Einar´s Distillery,  er partur av vøruúrvalinum.

Virksemið er í støðugari menning og fevnir um 5 deildir kring landið umframt umboð í Danmark og í Íslandi.

Tínir førleikar 

• Útbúgving og royndir innan søluyrki

• Duga at leiða eitt sølutoymi

• Innlit í mat- og handilsmarknaðin

• Málsliga væl fyri í skrift og talu

• Álítandi, opin og virkin yvir fyri kundum

• Royndur KT brúkari

Setanarviðurskifti
Arbeiðsstaðurin er á deildini í Tórshavn. Arbeiðið fevnir um søluarbeiði og samskipan av sølu kring alt landið. Starvið vísir til stjóran. Løn eftir avtalu.

Umsókn
Umsókn við prógvum skal verða okkum í hendi áðrenn 25 nov umvegis teldupost á einar(at)foroyabjor.fo

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða um neyðugt eftir besta umsøkjaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo