Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

BankNordic: Per Sjørup Christiansen er settur í starv sum sølustjóri við ábyrgd fyri Føroyum, Danmark og Grønlandi. Høvuðsarbeiðsstað hansara verður í Keypmannahavn.

Per Sjørup Christiansen hevur fleiri enn 25 ára royndir á baki frá Nordea-samtakinum, seinast sum landa- og sølustjóri fyri Nordea Finans.

Sessurin sum sølustjóri í BankNordik er nýggjur og skal vera við til at tryggja bankanum framhaldandi vøkstur á privatkundaøkinum og somuleiðis betra um ta samlaðu kundaupplivingina.

Eg havi valt at takka ja til nýggja starvið i BankNordik-samtakinum orsakað av teimum góðu virðunum ”Dugnasemi, Eldhugi og Framsøkni”, ið hóska væl til míni persónligu virðir. Samstundis er tað ein sera spennandi avbjóðing at kunna útinna stóru menningarmøguleikarnar hjá BankNordik saman við dugnaligum starvsfeløgum.” sigur Per Sjørup Christiansen.

Partur av samtaksins leiðslutoymi
Per Sjørup Christiansen verður sum sølustjóri partur av leiðslutoyminum fyri privatkundaøkið í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Við tilvísing til bankans privatkundastjóra, Turið Finnbogadóttir Arge, hevur Per fingið eitt týðandi pláss í samtakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo