Tann sum øvundar er ikki at øvunda.
- úr Børkuvísum
Vágatíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Sørvágs kommuna hevur fingið løggilding til eina vatnveiting. Løggildingin er veitt til vatnverkið í Sørvági.

Hetta inniber, at mannagongdir viðvíkjandi framleiðsluhátti, útbreiðslu og arbeiðshátti eru góðkendar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Við hesum mannagongdum fer tað, sum frá líður at hava við sær, økta trygd fyri drekkivatninum til borgararnar.

Á hesari slóðini sær tú, hvørjar kommunalar vatnveitingar nú eru løggildaðar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo