Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Vinna

Eini seks samtøk bjóðaðu sær at standa fyri søluni av Pf Postverk Føroya, og Sókn advokatar saman við Hammer Consulting skulu standa fyri ráðgevingini og tilgongdarstýringini.

Løgtingið samtykti at heimila landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðnum at selja partapeningin í P/f Postverk Føroya, og í sambandi við søluna var tørvur á einum ráðgeva at stýra sølutilgongdini.

- Søluráðgevin skal millum annað ráðgeva um yvirskipaða projektleiðslu og samskipan, kortleggja møguligar keyparar og greina strategisk atlit. Eisini skal løgfrøðilig ráðgeving veitast, eitt nú at fyriskipa søluavtalu, undir hesum ráðgeving um veitingarskyldu, fastogn, leigusáttmála og annað, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum í sambandi við málið.

Ráðgevingin var mett at kosta í mesta lagi 600.000 krónur, og hevði Sókn advokatar saman við Hammer Consulting lægsta boð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo