Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Eigarar av útróðrarbáti í Leirvík sóknast eftir tí sum er stjolið umborð á bátinum, har so at siga alt leyst umborð á bátinum er horvið.

Eisini sveisitólið, tveir bjargingarbúnar av tilsamans seks og onnur týðandi tól og útgerð er stjolin.

Málið er meldað til løgregluna, men ikki uppklárað enn.

Eigararnir halda, at so nógv útgerð er stjolin, at bilur hevur verið brúktur í sambandi við stuldurin.

Tí verður heitt á fólk um at boða løgregluni frá, um tey hava sæð okkurt illgrunasamt á bryggjuni í Leirvík í sambandi við stuldurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo