At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Andaktir

Stóð við ein pylsuvogn á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn og át. Eitt hugtakandi stað allar ársins tíðir, hóast økið ikki ber brá av grønum vøkstri. Alt var sum vanligt. Dúgvurnar vóru naskar og væntaðu sær ein breyðbita. Tað hepnaðist rímiliga væl, og fleiri teirra fingu mettuna.

Hugaligt at síggja dúgvurnar tita millum fólkið. Kvikligar rørslur og veingjanna fimi lyfti fuglin uppfrá, so dúgvan úr erva sá ta fjølbroyttu mannamúgvuna. Eins hugtakandi sjónin av fuglunum var, eins svárt var tað at síggja menniskju ganga í tómgongd. Útsjóndin sigur sjáldan alt, men skirvislig á at líta.

Onkursvegna neyðstødd, – møguliga heimleys, sjúk ella fátøk.

Um jólahalguna varð blaðað í eini sjáldsamari bók við heitinum “nyttuleys vitan”. Stutt søgubrot, sannar frásagnir og útsagnir um mangt og hvat. Áhugavert at vita, hóast vitanin valla verður vísdómur.

Pylsuvognurin á Ráðhúsplássinum og dúgvurnar runnu mær til hugs. Ein stutt útsøgn í bókini segði:

“Enntá dúgvurnar vita, frá hvørjum tær kunn vænta sær ein bita, og hvørji menniskju kveistra tær burtur við fótunum.”

Hvakk við av hesum stutta lestrinum, nú vit um stundir meta um árið 2016, hvussu tað vignaðist í heimi, vinnulívi og kirkju. Ikki tí at teksturin var djúpur, hann var tvørturímóti einfaldur. Viðhvørt er sannleikin so mettaður í sínum djúpa dýpi, at hann rúmast á einum fláum talerki.

Vit eru nøkur, ið burturav prædika Guðs orð. Tað er bæði kall og livibreyð. Hvussu vignaðist so árið, svá vit sjálv meta? Hvussu upplivdu onnur tænastuna í prædiku, nærveru og umsorgan? Viðkomandi spurningar um ársskiftið, serliga um vit samanbera við útsøgnina frá handilsvinnuni, at kundin altíð hevur rætt.

Tá ið dúgvurnar vita, hvør seg matar, og hvør seg hatar. Hvussu so mikið meira tey menniskju, ið vit umgangast løtur í fagnaði og gleði, tá ið eydnan smílist blídliga. Ella løturnar í djúpari sorg við vanlagnu og deyða, tá ið tað at anda er ein avbjóðing hjá teimum avvarðandi. 

Eyðvitað kunnu etisk krøv setast bæði leikum og lærdum, ið prædika evangeliið um Jesus Krist, – ikki minst okkum í fulltíðar tænastu. Tó, krøvini kunnu orðast sum ein almenn og lívsjáttandi stevna: hjástaddur, ærligur og álítandi. Almenna meginreglan gagnar øllum teimum, sum royna at liva hjástødd í rúmi og tíð.

Tíðin nemur í minsta lagi tvinni atlit. Tíðin er eyðvitað tímar, dagar og ár. Men, sanniliga er hon mikið meira. Tíðin er innihald. Tíðin er eitt ílat, eitt kar ella ein leypur. Tað avgerandi er ikki skapið ella støddin á ílatinum, karinum ella leypinum. Tað altavgerandi er innihaldið, tað ið verður fevnt ella borið.

Tímar, dagar og ár uttan innihald vóru ongantíð veruliga. Tíðin fór, og vit fylgdu við. Vit livdu uttan at varnast lívið. Fráverandi mitt í tíðini.

Onkuntíð tók dagsins setningur orkuna. Tíðarinnar innihald var ein kampur um at yvirliva. Tímar, dagar og ár. Innihaldið var ein avbjóðing, ið vit vóru góð við. Ja, vit elskaðu byrðuna, ið vit bóru. Hjástødd í kærleika, tá ið okkara kæru høvdu tað svárt. Lívsins ríkidømi er at eiga onkran, ið vit eru góð við.

Kærleikin ger tað lívsjáttandi at vera, hóast vit mega bera ella verða borin av øðrum.

Tíðin er viðkomandi, tá ið vit hjástødd taka okkum av hvør øðrum. Linna neyðina og geva hvør øðrum gætur. Síggja børnini, ungdómin, vaksin og gomul. Tíðin er innihald, tá ið lívið verður livað í nærveru og samveru. Tá ið vit síggja við hjartanum og meta um lívið út frá kærleikans sjónarhorni. 

Eitt ársskifti er ikki nakað nýtt uttan tað, at árstalið broytist. Lívið er, sum áður tað var. Tað sama likamið, og tær somu kenslurnar. Hóast alt tykist kent, kann tað nýggja árið gerast okkum eitt eydnuberandi árstal, tí vit valdu at vera til í tilveru og degi. Hetta valið er ikki einfalt og lætt, men tað letur seg gera at geva tíðini innihald, so lív verður lagt afturat árunum, og ikki einans ár afturat lívinum.

Hin kristna fatanin av tilveruni nemur Guð. Tíðin er Guðs, og lívið er Guðs gáva. Í fylling tíðarinnar kom Jesus sum frelsari. Við Jesusi gjørdist tilveran menniskjanslig, og atlit vórðu tikin at hinum einstaka.

Vøggan hjá kristnu siðvenjuni stóð í einum lítlum fjósi í Betlehem. Við Jesusi byrjaði eitt nýtt etiskt huglag, ið kveikti almenna humana hugsan. Jesus lærdi okkum at virða onnur, og virðingin fyri øðrum er eitt gott útgangsstøði í einum nýggjum ári.

Saman við Jesusi lætnar samvitskan gamlaárskvøld. Saman við Jesusi byrjar nýggjársdagur væl. Saman við Jesusi hevur tíðin innihald. Dúgvurnar fáa matnáðir, og menniskju fáa náðir at vera og mynda sítt egna lív.

Eingin dagur er so myrkur, at ikki sólin rísur ein nýggjan morgun. Við Jesusi hvønn dag inn í morgindagin. Amen.

Orðið: “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín.” (Galatabrævið 4,4).

Gott nýggjár!

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo