Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum

VP spyr

NAVN / NR.FO

Uppskriftir

Tað tekur tíð at gera góð brún epli.

Tú skalt ikki gera tey samstundis sum tú gert sósina ella syrgir fyri at borðbúnaðurin stendur sum hann skal á borðinum.

Ger eplini fyri seg.

Smelta sukrið spakuliga við lítlum hita á pannuni til tað er ljósabrúnt. Tað má undir ongum umstøðum blíva ov myrkt, tí tað gevur ein keðiligan og brendan smakk. Tá sukrið er smeltað koyir tú smørið á pannuna og síðani tey køldu, flustu eplini, sum tú hevur kókað í góðari tíð frammanundan, so tey eru blivin køld.

Hell pannuni spakuliga runt, so sukurmassin og eplini blandast væl saman. Rør sum minst í eplunum, tí tá kunnu tey fáa hasa 'lodnu' og keðiligu útsjóndina.

Tá eplini eru liðug kanst tú lata tey liggja á pannuni, til tey skulu á borðið, ella tú heldur tey heit í ovninum.

Besta dunnusteikin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann