Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Vinna

Tað er vorðin ein rættiliga góð vinna hjá privatum útleigarum um allan heimin at leiga út sín bústað á tænastum sum Airbnb.

Og her í Føroyum hevur onkur sagt um hesa vinnu, at hon er tann skjótast vaksandi, og nevnt hevur verið at onkur útleigari hevur tjent milliónina í útleigan árliga.

Men hvussu nógv fær landskassin og hvussu nógv fær útleigarin, og hvussu nógv eftirlit er við hesi vinnu í Føroyum?

Í fleiri býum runt umkring okkum hevur trupulleikin verið, at ferðavinnan er vorðin ein byrða hjá tí lokala, at pengarnir frá gistingunum eru farnir beinleiðis í lummarnar hjá útleigaranum uttanum skatt, og at hotellvinnan brádliga hevur fingið eina óvanliga harða kapping frá privatu útleigarunum.

Kanska hevur hotell vinnan í Føroyum ikki merkt so nógv til tað, tí trupulleikin hevur verið at vit hava havt ov fá seingjarpláss í Føroyum, men so skattaspurningurin? Hvussu er eftirlitið her hjá okkum?

DR.DK hevur eina grein um, hvussu gjørt verður aðrastaðni - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo