Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Onnur tíðindi

Tvøroyrar Kommuna: Herfyri søkti Tvøroyrar Kommuna eftir nýggjum leiðara til kunningarstovuna, eisini nevnt Visit Suðuroy á Tvøroyri. Nú er vorðið greitt, at tað verður Sólfríð Bech, ið verður nýggjur leiðari á Kunningarstovuni.

Sólfríð er 28 ára gomul og er av Tvøroyri. Hon hevur útbúgving innan altjóða fyritøkusamskifti og enskt, ið hon las í Aalborg. Sólfríð hevur eisini lisið spanskt og italienskt, tá hon eitt tíðarskeið búði í St. Andrews í Skotlandi. Hon varð liðug við útbúgvingina í 2016 og flutti heim til Føroya í 2017 - til Tvøroyrar á ólavsøku í 2018.

Hon er sera spent uppá avbjóðingina og hevur longu hugsað um ymiskt, ið hon vil gera okkurt munandi við. Millum annað sigur hon, at hon vil gjarna arbeiða fyri, at Kunningarstovan skal gerast meira sjónlig á netinum, og í tí sambandi kundi hon hugsað sær eina nýggja heimasíðu.

Fyrsta tíðin fer tó sjálvandi við at seta seg inn í tingini og læra mannagongdirnar at kenna.

At Sólfríð byrjar, merkir so eisini, at onkur annar fer úr starvinum. Póla Strøm, sum í ein mannsaldur hevur verið leiðari á Kunningarstovuni, fer nú frá vegna aldur.

Póla hevur verið ímyndin av Kunningarstovuni í so mong ár, at tað verður løgið at hon ikki longur tekur telefonina hjá kunningarstovuni, ella tekur ímóti teimum mongu vitjandi í móttøkuni.

Póla fer tó ikki so langt, tí hon er byrjað í hálvtíðarstarvi í móttøkuni hjá Tvøroyrar Kommunu, og eru vit í Tvøroyrar Kommunu sera glað fyri tað, tí Póla liggur inni við sera stórari vitan um mannagongdirnar í umsitingini hjá Tvøroyrar Kommunu.

Póla byrjaði í starvi sum kunningarleiðari í 1994 og hevur sostatt verið í starvinum í samfull 25 ár, nú hon gevst. Póla sigur at nógv er broytt seinastu árini og ferðafólkini eru fleirfaldaði - tað er gleðiligt, heldur hon. Póla hevur verið glað fyri starvið, men hon gleðist eisini yvir, at hon nú kann fara niður í tíð, og at hon kann lata starvið frá sær til ein annan.

Sólfríð byrjar 1. august, og vil Tvøroyrar Kommuna ynskja henni hjartaliga til lukku við starvinum og bestu eydnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo