Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Útlendis ítróttur

Tað er viðurkendi journalisturin Mark Ogden sum boðar frá tí.

Við VG sigur hann, at nú er bara ein spurningur um tíð, at Ole Gunnar Solskjær verður settur í fast starv.

ESPN vísur til keldur sum upplýsa at United hevur ikki sett seg í samband við nakran annan venjara í sambandi við fasta venjarastarvið.

Eftir 3–1-sigurin á Crystal Palace mikudagin hevur Solskjær 12 sigrar, tveir javnleikir og eitt tap síðani hann gjørdist venjari eftir José Mourinho.

Solskjær-tabellin í Premier League sambært VG:

1. Manchester United, 26-7, 29 stig (11 dystir)

2. Liverpool, 27-8, 24 stig (11 dystir)

3. Manchester City, 27-10, 24 stig (11 dystir)

4. Arsenal, 23-15, 22 stig (11 dystir)

5. Tottenham, 24-13, 21 stig (11 dystir)

6. Burnley, 16-17, 18 stig (11 dystir)

7. Watford, 16-15, 16 stig (11 dystir)

8. Chelsea, 12-15, 16 stig (10 dystir)

9. Crystal Palace 18-15, 15 stig (11 dystir)

10. Wolves, 16-16, 15 stig (11 dystir)

11. Southampton, 14-14, 15 stig (11 dystir)

12. Newcastle, 12-12, 15 stig (11 dystir)

13. Leicester City, 13-18, 13 stig (11 dystir)

14. Everton, 15-17, 12 stig (11 dystir)

15. West Ham, 10-16, 12 stig (11 dystir)

16. Bournemouth, 14-25, 11 stig (11 dystir)

17. Cardiff, 8-22, 11 stig (11 dystir) 

18. Fulham, 10-21, 8 stig (11 dystir)

19. Brighton, 9-17, 6 stig (10 dystir)

20. Huddersfield, 5-22, 4 stig (11 dystir)

Solskjær-tabellin hjá VG vísur Premier League, um kappingin byrjaði, tá ið Ole Gunnar Solskjær gjørdist venjari í Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo