Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Manchester United hevur ikki nógv at reypa sær av viðvíkjandi tí sportsliga, men á tí fíggjarliga økinum gongst strúkandi.

Í dag hevur Ed Woodward lagt fram ársfjórðings frágreiðingina, sum vísur hvussu fíggjaliga støðan er í felagnum, og tølini eru geva meira optimismu enn stigi hava givið seinastu mánaðirnar.

Teir seinastu níggju mánaðirnar er umsetningurin hjá felagnum øktur 5,9 prosent, til 495,7 milliónir pund.

Og skuldin hjá Manchester United er 301 milliónir pund.

Sambært fleiri miðlum so vissaði Woodward um á fundinum í dag, at Manchester United fer at vísa stórar vøddar á summarmarknaðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo