At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Útlendis ítróttur

Champions League, 2. umfar: Manchester United er sera hart rakt av skaðum fyri tíðina, og kemur hetta serstakliga illa við, nú felagið í annaðkvøld skal á vitjan hjá Paris Saint Germain.

Anthony Martial, Jesse Lingard, Ander Herrera, Juan Mata, Nemanja Matic og Alexis Sanchez eru skaddir, meðan Paul Pogba er leikbannaður til dystin í morgin.

United venjarin Ole Gunnar Solskjær hevur av tí sama úttikið fleiri heilt ungar leikarar til dystin.

Hesir ungu leikararnir eru við í hópinum, sambært Manchester Evening News: Tahith Chong (19), Angel Gomes (18),  Brandon Williams (18), Mason Greenwood (17) og James Garner (17).

PSG vann fyrra dystin 2-0 á Old Trafford, og er tað tí ein ógvuliga trupul uppgáva, sum bíðar fyri framman hjá United í morgin.

Ein møgulig liðuppstilling hjá United: David de Gea - Diogo Dalot, Chris Smalling, Victor Lindeløf og Luke Shaw - Scott McTominay, Fred, Andreas Pereira og Ashley Young - Marcus Rashford og Romelu Lukaku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo