Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Mítt tastatur

Hugsjónarliga hevur hon ongan politikk uttan sín egna persón.

Tað prógvaði hon staðiliga stutt eftir seinasta løgtingsval, tá hon meldaði seg úr Javnaðinum.

Hon hevði brúk fyri Aksel áðrenn valið, tí tað er trupult at vinna inn um tinggáttina uttan ein flokk.

Hon fekk innivist á Lista C, men tá ið valið var av, gjørdist hon ein politiskur útiløgukattur.

Helst hevði hon eina dulda dagsskrá longu frammanundan.

Sum leysgangari fekk hon meira vald enn nakar annar innan tinggátt, tí atkvøðan var til sølu til hægstbjóðandi.

Tey flokstrúgvu hava ikki slíkan møguleika.

Í 3,5 ár hevur hon havt møguleikan at søkt um politiskt friðskjól í Tjóðveldi, men Sonja er ikki býtt.

At melda seg inn í Tjóðveldi hevði sett krøv til floksdisiplin, og henda prís hevur hon av góðum grundum ikki viljað goldið.

Sum útiløgukattur var politiska ávirkanin optimerað.

Men inn á løgting verður tú ikki vald/ur fyri lívstíð.

Nú valið nærkast er útiløgukatturin farin at ganga á illum.

Nú er aftur neyðugt við einum politiskum palli fyri at verða afturvald.

Nærmasti biðilin er Tjóðveldi.

Og Tjóðveldi tykist at vera til dystin fús.

Flokkurin skuldi nú taka støðu til, um hann nú vildi gerast henti statisturin og býttlingurin í einum ódámligum politiskum ástarleiki.

At Tjóðveldi umhugsar at spæla frensur hjá Sonju sigur kanska ikki so nógv um Sonju, men tað sigur meira enn alt um rákið í tí flokki, sum hugsjónarmenn og slóðbrótarar sum Erlendur, Sigurd, Karsten og Hanus løgdu lunnar undir.

Republikkin er offrað og flokkurin er spentur fyri vognin hjá LGBT. 

Niðarlaga ríður lýðveldið.

Sonja fekk óivað nakrar hundrað atkvøður og kom kanska innaftur á ting.

Men einki hevði forðað henni í at melda seg úr Tjóðveldi, tá ið valið er farið afturum.

Og valla hevði tað undrað, um hon gjørdi tað.

Onkur í Tjóðveldinum hevur helst gjørt sær greitt, at ódámliga politiska prostitusjónin á alljósum degi, avgjørt hevur sín prís - eisini í atkvøðum.

Tí enn finnast hugsjónarfólk í flokkinum.

Skal Tjóðveldi í samgonu eftir valið, og atkvøðan hjá Sonju gjørdist avgerandi at tryggja parlamentariska grundarlagið, so er lætt at ímynda sær, hvat aðrir flokkar siga.

Tá gjørdust Jørgen og Aksel fyri einaferð skyld samdir og noktaðu at staðið modell til slíkt svans.

Men um nú dastið av tjóðveldishugsjónini varð offrað til frama fyri einstakar politiskar opportunistar, hevði flokkurin í ómegd kanska longu avgjørt, at sita og grenja í andstøðu næstu fýra árini.

Republikkin er sokkin í havsbrúnna.

Illa fór flokkurin.

Ad-hoc toymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo