Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Andaktir

Tað er summar, og oyggin stendur vøkur í sjónum. Blómurnar prýða lendið, og tað grøna grasið er summarsins klædnabúni. Øll lívgast, bæði fólk og fæ eins og fuglurin burturi á heiði. Tað er lív, tí lívið vann sigur á deyðanum.

Tað er tað stóra og lívsins dýra undur, at tað er vón fyri framman, hóast alt tykist vónleyst. Hin seinasta vónin føðir lívsins fræ, tí av sær sjálvari ber jørðin grøði. Hveitikornið fall í jørðina og doyði, og við deyðanum bar tað miklan ávøkst.

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.” (Jóhannes 12,24).

Tað er summar, og ljósið ger lívið lættari og unniligari. Tað ræður um at liva tær góðu løturnar, tí tær krevjandi løturnar koma av sær sjálvum, mangan óbodnar. Feigdin dregur, og lívsins gøta verður í løtum og í langa tíð gingin í dimmi og myrkri.

Soleiðis eru mansins kor, men ein er til staðar bæði ljósar og tyngri løtur. Hin ævigi grundvøllur manna er væl festur í skapara himins og jarðar, hann sum er mitt í øllum og omanfyri alt og øll. Lívsins Guð, ævinnar faðir og frelsari heimsins.

15. juni 2019 staðfestur sum dropi í lívsins havi, at vøksturin á markini og lív manna hava aðrar avbjóðingar enn viðvarandi lýkku summarsins ljósu løtur. Ljósið gjørdist myrkur, gleðin gjørdist saknur, og sorgin setti mark millum er og var.

Tvørturum markið millum lív og deyða, ljós og myrkur, gongur skapari himins og jarðar. Tað er hjá menniskjum, at skiftið millum ljós og myrkur verður skrásett og ger skilnað millum dag og nátt. Hjá Guði er hetta skiftið ikki í hansara egnu veru, tí ljós og myrkur eru jøvn fyri Guði.

At boða Guðs støðufesti inn í skiftandi umstøður manna er eitt av aðalmálunum í tí evangeliska boðskapinum um Jesus Krist.

Jesus er sum lívsins breyð tann mettan, ið eigur og átti lívið í teimum, ið bera ella bóru sorg og sakn.

Hann gav teimum mót og áræði og sálarliga mettu. Hann lat næstrafólk og síni vitni trína inn í neyðina við hjálp og signing, so tann likamliga mettan gav styrki til lívið, hóast forsyrgjarin var farin.

Jesus er sum ljós heimsins tann viti og tað stavnhald, ið menniskju leitaðu til, tá ið harðast leikaði á, og náttin tyktist so myrk, at aldrin aftur fór at roða fyri degi. Jesus er nakað heilt serligt, hann er meira enn alt annað, og hann kann leggja sína signing inn í allar hugsandi og óhugsandi støður og umstøður manna.

Jesus er sum ein livandi frelsari ein løkur við livandi vanti og ein lívsmáttur, ið verður staðfestur í okkara egna lívi. Jesus er ein kelda við livandi vatni, so hvør tann, ið drekkur, ikki skal tysta.

Í trúnni á Jesus verða vit borin fram á leið av Guðs veldi og góðsku. Vit uppliva, at deyðin einans eina tíð hevur takið. Vit uppliva, at deyðin missir sín mátt, tí í trúnni á Jesus rísa vit upp av deyða og grøv, – rísa upp úr og havsins bylgjum til ævigt at liva í Guðs ríki.

Tey, ið sita eftir við sorg og sakni, merkja, at í trúnni á Jesus eru vit longu í tí jarðiska gingin yvirum frá deyðanum til lívið. Vit hava fingið lut í tí æviga lívinum og eru gingin yvirum frá deyðanum til lívið.

Tað er júst henda veldiga vitnisburðin “Tey á Váli” fara at syngja um eitt lítið bil. Sangurin hjá Peturi W. Háberg – Á tú sorgbundna sál – lýsir í neyðarstøðu vónina og hjálpina omanfyri fjøllini, har ævinnar kongur varðveitir sína megi og sín mátt menniskjum til sálanna hjálp og signingar. Sangurin er yrktur eftir sorgarleikin 1. desember 1937, tá tríggir svínoyingar fórust í báts vanlukku við Havsbøll. 

“Á tú sorgbundna sál, tú hvørs leið var so løgd, // at hon ber gjøgnum skýmligan dal! // Er títt vónloysi ómált, tín pína ósøgd, // brostin strongur, sum eitt sinn til spæl // var upp spentur, og brennur enn eyga á tær // eftir grát, eftir svønleysa nátt – // hygg tá upp, upp um fjøllini – Kongurin har, // missir hann sína megi, sín mátt!”

Tað er okkara kristna sannføring, at lívið er í Guðs hondum. Vit eru ritað í hendur Guðs, og hendur hansara fevna okkum, halda og bera. Ja, heilt frá fyrstu løtu til seinasta andadrátt eru vit borin av Guði og fevnd av hansara kærleiks hond, hóast vit í løtum kunnu ivast, tí ivin er fylgisveinur lívsins.

Viðhvørt er lívið niðan brekkuna, tað er ikki altíð lætt og einfalt. Viðhvørt hava vit mótrák um fjørð og sund og villast í mjørkanum. Eisini tá í skýmingini er Guðs hond álítandi: “Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær, tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.” (Sálmur 23,4).

Hóast sorgin ikki eigur at verða prædikað burtur, ljóðar vitnisburður teirra kristnu lívgandi sannur, at allan vegin Harrin meg leiðir.

Í Harrans tryggu hondum er ljósið ljóst. Í Harrans hondum verða vit borin gjøgnum myrkrið inn í Guðs undurfulla ljós, har Kristus sjálvur er lampa í staðnum. Guðs undurfulli og ævigi himmal letur signing sína koma til sjóndar á jørðini.

“Kann ein móðir enn gloyma sítt bróstabarn her, // aldri, aldri mítt barn gloymi eg; // hygg, í hendur mínar tú teknaður er - // sál, er hetta ei nokk fyri teg.” Amen.

Orðið: “Um eg sigi: “Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!” Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt, og náttin er klár eins og dagur, myrkur og ljós eru jøvn fyri tær.”” (Sálmur 139,11-12).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Heimild: Minnisvarðin yvir tey, sum farin eru av vanlukku á sjógvi og landi seinastu tríggjar øldirnar, varð avdúkaður 15. juni 2019. Edvard Fuglø, listamaður, evnaði listaverkið, ið ber heitið “dropi í lívsins havi”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo