Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Eg eri púra samdur við høvuðsstrategin hjá javnaðarflokkinum um, at Fólkaflokkurin er svartur og ikki hvítur á sosiala økinum.

Hví teir so í løtuni av valtekniskum grundum eru so yvirsosialir, er lætt at gjøgnumskoða.

Javnaðarretorikkurin hevur sligið ígjøgnum, tí hann umboðar veruleikan og sannleikan.

17 punkts listin - sum annars er rættuliga nógv tódnaður aftaná avdúkingarnar hjá Eyðgunn Samuelsen, fær meg at spyrja: 17 átøk - og so eru tey í veruleikanum nógv færri - er tað alt, ið Annika Olsen kundi fáa av skafti í 4 ár?

Skuldi hon sita heilt hendur í favn?

Tað sum fall mær í eyguni var, at hon hevur tann frekleika at seta “Eldraøkið lagt út til kommunurnar” á positivlistan, hóast tað er mestsum alment viðtikið - bæði av høgra og vinstrapolitikarum - at hetta var ein katastrofa sum deilir eldraøkini í A og B økir við  sera negativum fylgjum.

Einasta góða í hesum sorgarleiki er, at ábyrgdin kann plaserast eitt stað og tað er hjá Anniku Olsen.

Tá tað verður lagt eftir Fólkaflokkinum, so er tað tí teir ferð eftir ferð hava skýrt tað sum yvirforbrúk og oyðsl, at henda samgongan hevur brúkt nógvar milliónir til hesu átøk:

• Skattalætta til lág og miðallønt
• størri gjald til pensionistar og fyritíðarpensionistar
• størri lestrarstuðul
• familjuískoyti
• hægri barnafrádrátt
• hægri játtan til LS og heilsuverkið sum heild
• munandi hægri játtan til skúlaverkið o.s.fr.

og leiðslan í Fólkaflokkinum ætlar at strika allar hesar ágóðar og “rulla alt aftur”.

Hvør er so forkláringin uppá, at tað hóast alt sær út til at vera gjørt okkurt?

Jú frágreiðingin er, at Fólkaflokkurin var í samgongu við tveir sosial-liberalar flokkar, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin og so Miðflokkin sum má metast at standa til vinstru fyri miðjuna.

Hesir flokkar kundu sjálvsagt ikki liva við, at onki hendi á sosiala økinum.

Tað broytir tó onki við Fólkaflokksins antisosiala DNA.

“Tí fari eg at taka nøkur av úrslitinum, sum vóru framd, meðan undirritaða vegna Fólkaflokkin umsat almannamál í seinastu samgongu,” sigur Annika Olsen við einum ávísum stoltleika.

Hevði annars roknað við, at tú vildi hava okkum at gloyma, at tað veruliga var ein tíð har ein fólkaflokskvinna umsat almannamál og, at hon æt Annika Olsen.

Ministari fyri “neyð og elendigheit” sum Óli Breckmann tók til á sinni.

Eitt beskrivilsi sum á sera góðan hátt lýsir Fólkafloksins djúpa sosiala empati!!

Saman við umtalaða høvuðsstrategi javnaðarfloksins royni eg bert at ávara fólk um, hvat kann henda tí einstaka føroyinginum um Fólkaflokkurin fær meirluta fyri sínum “afturrullingarpolitikki “.

Signar P. Dam

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo