Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tú blaðar ígjøgnum facebook ella Instagram og sært hvussu fullkomið lívið hjá øðrum er. Og ein kensla av einsemi rakar teg. Men tað er tú ikki einsamøll um.

Ein nýggj frágreiðing sum sálarfrøðingar í USA hava gjørt vísir, at tað tvífaldar vandan at kenna seg einsaman um tú brúkar meira enn tveir tímar um dagin uppá sosialar miðlar, skrivar BBC

Tú kennir svartsjúku og tú kennir teg uttanfyri, tá tú til dømis sært myndir frá einum tiltaki, har vinfólk hjá tær eru við, men tú var ikki boðin.

Brian Primack, professari, sigur í frágreiðingini, at tað tó eisini er hugsandi at fólk, sum longu frammanundan kendu seg einsamøll, fella til nógv brúk av sosialum miðlum.

- Vit eru frá náttúrunar hond gjørd til at vera saman við øðrum, vit eru ein sosial vera. Men lívið nú á døgum ger oftani tað at vit verða býtt sundur heldur enn førd saman. Samstundis vita vit, at sosial isolatión ímillum ungfólk og tað at hava ilt í sálini er nakað, sum ongantíð áður hevur verið so umfatandi sum í dag. Tað er nærmast sum ein farsótt. Lívið skal ikki livast online - meira tíð vit brúka á netinum, minni tíð hava vit til at vera saman við øðrum, so tað hongur alt saman, og vit noyðast at taka trupulleikan í álvara, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo