Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

- Málið um hjúnabandslógina er eitt stórt fet ímóti einum javnari samfelag, tí stríðið fyri javnrætti heldur fram, skriva Sosialistisk Ung á sínum Facebook profili.

- Í gjár varð ein stórur gleðisdagur, og vit kunnu ikki annað enn fegnast um at broytingarnar í hjúnabandslógini umsíður vórðu samtiknar. Dagurin í gjár hevur, eins og mikudagurin, verið ótrúðligur og kærleikin hevur verið sjónligur allastaðni. Hetta frøir okkum í SU almikið, tí málið um samkynda giftu hevur fylt nógv hjá okkum gjøgnum ár og dag.

- Síðan málið á fyrsta sinni varð sett á politisku dagskránna, millum annað av fyrrverandi javnaðar-løgmanni, Jóannes Eidesgaard, og lagt fram fyri ting av, millum annað núverandi javnaðar-landstýriskvinnuni, Rigmor Dam, hevur SU stuðlað LGBT og stríðskós teirra. Við tí áskoðan at hjúnabandslógin skal rúma samkyndum eins og hinskyndum, hevur SU stríðst fyri, og lagt nógva orku og tíð í at tryggja javnrættindi teirra samkyndu.

- Hóast vit hava upplivað mótgang í felagnum undir tilgongdini, so standa vit nú sterkari enn nakrantíð áður. SU hevur í dag fleiri limir enn nakrantíð, og arbeitt verður við at koma út um alt landið við okkara javnaðarhugsjón.

- SU hevur á hvørjum landsfundi gjørt vart við rættindini hjá samkyndum, og við tað, at málið nú er samtykt, hava vit prógvað, at vit, í mót- og viðráki, hava gjørt okkara til, at ein samlaður Javnaðarflokkur stemmaði fyri uppskotinum. At, um rætt verður farið fram, kunnu ungdómar eisini ávirka politiska landslagið. Og at saman standa vit altíð sterkari.

- Nú er málið samtykt og skal líka ein skjótan túr forbí Fólkatingið, áðrenn tað endaliga verður sett í gildi her heima. Vit gleða okkum til samkynd endiliga kunnu giftast, men ætla okkum ikki at steðga á her.

- Sum røtt javnaðarfólk fara vit at stríðast víðari fyri javnrættindum fyri øll fólk, so at ein og hvør kann liva tað lívið ein ynskir og droymir um - óansæð uppruna, upphav, fíggjarliga bakgrund ella kynsligan samleika, skriva Sosialistisk Ung.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo