Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Eirikur Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, er ónøgdur við, at teir smáu miðlarnir, sum hann málber seg, fáa ein so stóran part av miðlastuðlinum, sum teir fáa.

Miðlastuðulsnevndin kunngjørdi beint fyri jól, hvussu nógv verður latið í miðlastuðli til teir átta miðlarnar, sum søktu um at fáa stuðul í ár.

Harav fekk Sosialurin 768.462 krónur játtaðar í miðlastuðli, sum er nakað væl minni, enn miðilin fekk játtað í fjør. Í 2017 fekk Sosialurin 824.365 krónur játtaðar í miðlastuðli.

Samstundis fingu VP, FM1 og serliga R7 Kringvarp og JN játtað meira í miðlastuðli í ár enn í fjør, meðan Portal.fo og Norðlýsið fingu játtað meira ella minni tað sama í ár sum í fjør.

Dimmalætting fekk eins og Sosialurin játtað munandi minni í miðlastuðli í ár enn í fjør.

Miðlastuðulskontoin er í løtuni 2 milliónir krónur, og stendur tað til Eirik Lindenskov, so er eingin ivi um, hvussu pengarnir eiga at verða býttir ímillum miðlarnar.

Hann leggur greidliga upp til, at Sosialurin eigur at fáa ein munandi størri part av puljuni. Hann vísir herundir á, at stuðulin, sum nú er, ikki tænir endamálinum, sum er at styrkja um journalistiska umhvørvið í Føroyum.

- Nú er tað kanska meira ein ígongdsetarastuðul fyri smáar miðlar. Tá haldi eg ikki, at hann gevur ta somu dygdina, sum hann hevði gjørt, viss hann var eitt lítið sindur meira konsentreraður, segði Eirikur Lindenskov í samrøðu við Dag og Viku í kvøld.

Eirikur Lindenskov vísti harumframt á, at tað hevði verið størri dugur í miðlastuðlinum, um hann í størri mun hevði verið latin til miðlar við "veruligum redaktiónum".

- Viss vit taka okkara tøl, so síggja vit, at vit hava eitt stað ímillum 50-60% av øllum lønarútreiðslunum hjá føroyskum fjølmiðlum, og okkara partur er munandi minni enn tað av miðlastuðlinum. Hann liggur niðri á 38 prosentum ella har á leið.

- Tað vil siga, at teir smáu miðlarnir, sum ikki hava veruligar redaktiónir - hesar eitt-mans fyritøkurnar, tær fáa forholdsvís meir, enn teir meira etableraðu miðlarnir fáa.

- Men eg hugsi, at tað hevði verið eitt sindur meira dugur í honum (miðlastuðlinun, red), um hann hevði verið konsentreraður til teir miðlarnar, sum høvdu veruligar redaktiónir. Og veruligar redaktiónir, tá snakka vit um, at fleiri fólk arbeiða í einum journalistiskum miljø.

Sí alt innslagið í Kvf her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo