Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Spælistovan Blóman er uppafturlatin eftir at hava verið í summarfrí.

Spælistovan er at finna í kantinuni í Hoyvíkshøllini og er ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni og foreldrum teirra. Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti.

Tiltakið er eisini væl egnað til tey, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.

Nú so nógv børn standa á bíðilista til ansingarpláss í kommununi, er spælistovan eitt upplagt høvi hjá børnum og foreldrum at hittast um dagarnar.

Í spælistovuni kunnu vaksin og børn møta øðrum í somu støðu, og á henda hátt er spælistovan eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.

Spælistovan er ábyrgdarøki hjá Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu. Opið er í Hoyvíkshøllini mánadag, týsdag og hósdag millum kl. 10.00 og 13.00.

Spælistovan er samskipað av sjálvbodnum. Meira fæst at vita á Facebook bólkinum Spælistovan Blóman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo