Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Í KVF kjakinum í kvøld leggur almentsettur búskaparfrøðingur í Tórshavn upp til, at fiskimaðurin ikki skal hava eina trygga framtíð, orsakað av, at tilfeingið – sum er lívsgrundarlagið hjá fiskimanninum, skipi og reiðaríið - skal á uppboðssølu hvørt ár.  Tí sum búskaparfrøðingur sigur, er fiskatilfeingi ogn Føroya fólks.

Um sama var galdandi fyri tað almenna tilfeingið – sum búskaparfrøðingurin livur so væl av, og so leingi hann sjálvur ynskir, og sum sjálvandi er staðsett í Tórshavn -, tá blivu øll tey almennu størvini lýst leys hvørt ár, allir lukrativu almennu leigusáttmálarnir uppsagdir.

Og somu lukrativu langtíðar avtalurnar við privatar veitarar, - ið liva feitt av almennu Tórshavn - uppsøgd, fyri ístaðin at finna út av, um ikki onnur enn tey, sum longu eru ”mynstraði” fyri lívið í almenna reiðarínum, eru betri før fyri at loysa uppgávurnar.

Møguliga eru tað aðrir føroyingar - heilt vist onnur støð í Føroyum enn Tórshavn - sum kunna røkja uppgávuna bíligari og møguliga eisini betri, enn verandi manning umborð á kostnarmikla almenna reiðaríðinum  "Tórshavn", sum uttan kapping, og við vælsignilsi av Løgtinginum, fær atgongd til alt tað føroyska almennatilfeingið, uttan at m.a. í KVF (- sjálvandi ger KVF ikki tað, sum ein av stóru almennu tilfeingis fiskunum) - setur spurnartekin við javnbjóðis rættin hjá øllum Føroya fólki, at fáa javnbjóðis atgongd til alt tað almenna tilfeingið, eins og rættin til fiskatilfongið. 

Almenna føroyska slogani sýnist at vera "Spard króna í útjaðarinum er vunnin króna í Tórshavn."

Fiskimaður, ið ynskir alment starv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo