Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Tekstlýsingar

Heimatænastan í Vágum skal hava nýggjar deildarleiðarar, sum við dyggum fakligum innliti, fyrisitingarligum nærlagni og góðum leiðsluførleikum hava hug og áræði at gerast partur av leiðsluni á eldraøkinum í Vágunum. Afturfyri bjóða vit spennandi størv við góðum menningarmøguleikum, har tú hvønn dag ger mun og skapar úrslit.

Um starvið
Vit leita eftir deildarleiðarum til 2. og 3. hædd í Sýnuni.

Aðalmálið hjá Heimatænastuni í Vágum er at tryggja, at allir borgarar, ið koma í samband við Heimatænastuna, fáa skjóta og fakliga væl grundaða tænastu við atliti at heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.

Deildarleiðslan skal tryggja, at fakliga støðið hjá Heimatænastuni er dygt og livir upp til ásetingarnar í lógini og normar á fakøkinum, eitt nú við at menna og skipa endur-, viðlíkahalds- og fyribyrgjandi tænastur; og við at leiða starvsfólkini í tvørfakligum arbeiðsgongdum, ið síggjast aftur í allari tænastuni.

Deildarleiðslan skal megna at seta greið og ítøkilig krøv til fakliga støðið, har gerandisdagurin er merktur av at verða innihaldsríkur og mennandi.

Deildarleiðslan skal hava áræði at leiða, ganga undan og vera fyrimynd í menningini, seta dám á broytingar í framhaldi av nýggja bygnaðinum í Heimatænastuni, og megna at fremja sjónliga leiðslu.

Deildarleiðslan skal tryggja, at virksemið í Heimatænastuni fylgir fyrisitingarligum mannagongdum og leiðreglum, og at rættartrygdin hjá búfólki og borgarum er á nøktandi støði.

Førleikakrøv
Prógv og autorisatión  sum sjúkrarøktarfrøðingur er eitt krav, og til deildarleiðarastarvið á 2. hædd, sum er demens- og  eldraheim, verður útbúgving sum demenssamskipari eisini mett høgt.

Kunnleiki til og áhugi fyri leiðslu og fyrisiting er ein fyrimunur, eins og kunnleiki til viðkomandi lógir, faklig krøv og standardir á økinum. Neyðugt er at hava telduførleika á brúkarastøði og evni at seta seg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum

Setanar- og lønarviðurskifti
Deildarleiðararnir vísa til leiðaran av Heimatænastuni í Vágum.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast til ber.

Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og viðkomandi skjølum skal sendast til: 

Heimatænastan í Vágum
Kálvalíðvegur 2
FO-370 Miðvágur

ella til teldupostadressuna: htv(at)htv.fo  

Umsóknin skal vera Heimatænastuni í Vágum í hendi í seinasta lagi hin 24. oktober 2019 kl. 12.00.

Fleiri upplýsingar
Ynskir tú fleiri upplýsingar um Heimatænastuna í Vágum, starvið sum deildarleiðari og førleikarnar, ið krevjast, vísa vit til starvs- og persónsprofilin á heimasíðunum www.vagar.fo og www.sorvagur.fo

Starvsprofilur

Tað ber eisini til at ringja til Eyðdis Hartmann Niclasen, forkvinnu í stýrinum fyri Heimatænastuna í Vágum, á tlf. tlf. 794 410

Um Heimatænastuna í Vágum
Heimatænastan í Vágum er skipað interkommunalt. Ovasta leiðslan er eitt stýri, sum kommunustýrini í Vága og Sørvágs kommunum velja.

Tænastunar eru skipaðar eftir Løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014. Endamálið við tænastunum er, at: Fyribyrgja sjúku, stimbra sálarliga og likamliga heilsu og trivna borgarans, endurmenna mistan førleika, stimbra møguleika hins einstaka at klára seg sjálvan, at veita rehabilitering, fyribyrgjan, røkt og umsorgan.

Borgarar fáa eina samskipaða heildartænastu, sum tekur atlit til tørv, trivnað, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka, og sum eisini ger tað gjørligt at verða heima sum longst.

Í løtuni starvast tilsamans 73 fólk í Heimatænastuni í Vágum svarandi til 54 ársverk.

Umleið 150 fólk fáa tænastur, sum kunnu vera heimahjálp, heimasjúkrarøkt,  mattænasta, dagtilboð, fyribyrgjandi rørðsluvenjingar og fyribyrgjandi heimavitjanir til borgarar yvir 75 ár. Harumframt eru 37 búð-, rehabiliterings- og umlættingarpláss á Heiminum á Sýnini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo