Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Hondbóltssamband Føroya: Mánadagin 4. november verður kastað lut hjá U18- og U20-manslandsliðunum.

U18 dreingirnir, ið vunnu European Open á sumri í 2019, skulu spæla EM kapping í Bulgaria í døgunum 13.-23. august. Teir kunnu koma í bólk saman við Hvítarusslandi, Kekkia, Finnlandi, Bulgaria, Stóra Brettlandi ella Litava.

U20 mennirnir skulu eisini spæla EM-kapping. Tann kappingin verður í Lettlandi í døgunum 3.-12. juli. Teir kunnu koma í bólk saman við Póllandi, Kekkia, Slovakia, Montenegro, Finnlandi, Estlandi, Grikkalandi ella Bosnia.

U18 dreingirnir bodnir til kapping á jólum
Eftir U17-dreingirnir vunnu European Open í summar, vórðu teir bodnir til eina U18 kapping í Merzig í Týsklandi. Kappingin eitur Sparkassen Cup, og verður í døgunum 26.-30. desember í ár. Liðini, ið luttaka í kappingini, eru Týskland, týski landsluturin Saarland, Hvítarussland, Niðurlond, Sveis, Italia og Ísland.

Føroyar eru komin í bólk saman við Saarlandi, Niðurlondum og Hvítarusslandi.

Dystarskrá:
Fríggjadagin, 27.12.19, kl. 17.20 móti Hvítarusslandi
Leygardagin, 28.12.19, kl. 13 móti Niðurlondum og kl. 18.20 móti Saarlandi.
Sunnudagin, 29.12.19, eru dystir um sjeynda, fimta, triðja og fyrsta pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo