Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Onnur tíðindi

Jordi Puigneró, katalanskur ráðharri fyri talgilding, er í Føroyum í løtuni at kunna seg um talgildar loysnir. Í morgun vitjaði hann við embætisfólkum sínum Tórshavnar kommunu.

Endamálið var at síggja, hvørjar talgildar loysnir Tórshavnar kommuna arbeiðir við. Vitjað varð í Sjóvinnuhúsinum, har KT-Felagið, Vinnuhúsið og Hugskotið løgdu fram.

Annika Olsen, borgarstjóri, metir, at fleiri møguleikar eru innan samstarv við Katalonia um talgildar loysnir.

Eitt dømi er talgilda loysnin viðvíkjandi nýggjari parkeringsskipan í Havnini, har royndarskipanin byggir á eina katalanska loysn.

- Tórshavnar kommuna hevur undirskrivað avtalu við Talgildu Føroyar, og visjónin er, at býurin skal gerast ein sokallaður "Smart City", har so nógvar uppgávur sum gjørligt skulu loysast talgilt.

- Hugskotið er ein ótrúliga góður plattformur hjá ungum spírum bæði at menna og selja nýggjar talgildar loysnir, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo