Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði fríggjadagin fyri talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Tað var stuttligt at síggja, hvussu íðin børnini vóru, og hvussu væl tey kláraðu at hugsavna seg.

Helgi Dam Ziska var høvuðsdómari í kappingini, saman við Niels Petersen úr Smílibýlinum.

Endaliga úrslitið varð, at Spírin fekk bæði fyrsta og annað plássið, og Hoyvík vann triða plássið í harðari kapping við Smílibýlið, ið endaði sum nummar 4.

Eitt væleydnað og heilt víst afturvendandi tiltak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo