Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mynd: Søs Uldall-Ekmann

Týsdagin 6. august var spennandi tiltak á skránni Hjá Ingu í Skúgvi. Tað var Søs Uldall-Ekman, sum eigur instagramsíðuna Faroe Islands with kids, sum saman við Sandoyar Kunningarstovu og teimum Hjá Ingu í Skúgvi, sum skipaðu fyri tiltakinum.

Tað var ætlað barnafamiljum og teimum, sum annars hava áhuga í blómum og blómubinding.

Dagurin gjørdist serstakliga góður, hóast veðrið ikki var heilt til vildar. Tað byrjaði við felags kunning og einum drekkamunni uppi hjá Ingu.

Síðan fóru gestirnir til gongu at heinta blómur. Ikki nýttust teimum at ganga langt, tí tað treyt ikki við blómum.

Innafturkomin vóru allar blómurnar lagdar á borðið, og síðan var lagt í vaðið. Søs dugdi væl at greiða frá og skjótt sóust fyrstu lidnu blómukransarnir.

Litir og angi fyltu stovuna saman við látri og práti. Onkur kransur miseydnaðist eina løtu, men so var bara byrjað av nýggjum. ”Hetta er stuttligt.” segði onkur. ”Hetta mugu vit gera aftur.” segði onkur annar.

Haran, sum Poul Ásmund skjeyt fyri nógvum árum síðani, fekk eisini sín krans eins og skúgvurin  og Milo eisini fingu sínar.

Tíðin gekk skjótt, og tá kransarnir vóru flættaðir, og blómurnar lagdar undir press, setti Inga leskiliga suppu á borðið við heimabakaðum drýli afturvið.

Eisini gestirnir úr Kina ótu við góðum matarlysti. Omaná hevði Inga gjørt sínar vælumtóktu vaflur við róma og heimagjørdum hvannasúltutoyið til allar gestirnar.

Tá øll høvdu etið, vóru pressaðu blómurnar gjørdar til prýðið av ymsum slag. Halda, sum hevur skrivað bøkurnar um Boggilibogg, las fyri allarfyrstu ferð fyrstu søguna í røðini um blómugenturnar fyri børnum og vaksnum. At enda varð felagsmynd tikin.

Væleydnaði dagurin verður endurtikin næsta ár. Nærri verður at frætta á síðuni hjá Sandoyar kunningarstovu, á facebooksíðuni Hjá Ingu í Skúgvi og á instagramsíðuni Faroe Islands with kids.

Mynd: Halda Hansen

Mynd: Halda Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo