Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Vágatíðindi

Søvn Landsins halda ikki, at Norðlýsið og Dragin eru verd at varðveita longur, og tí hava tey mist allan stuðul til viðlíkahald og rakstur.

Men hinvegin heldur Søvn Landsins at eitt gamalt barakkgólv frá krígnum ikki skal rørast á flogvøllinum.

Ein viðmerkjari skrivar soleiðis á Facebook:

- Dragin og Norðlýsið eru ikki varðveitingarverd longur, men tað eru restirnar av einun barakgólvið við flogvøllin, sum forða fyri ferðslutrygd og menning? - okkurt er spinnandi galið hjá Søvnun Landsins!

Sí viðmerkingar her

Dragin og barakkgólvini eru bæði frá 1945.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo