Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Spastikarafelagið og ÍSB skipa fyri stuttligari og annaleiðis venjing fyri fólk við og uttan brek.

Fríggjadagin 21. okt kl 17 og leygardagin 22. okt kl 14 verður bjóðað til spinning í Yndi fitness, fyri fólk við og uttan rørslutarn.

Endamálið við venjingunum er at vísa fólki at tað er gjørligt og gott at súkkla á spinning súkklum, eisini tá ein ber brek.

Instruktørar eru Carsten Olsen, ið sjálvur hevur cerebral parese, og byrjaði við spinning tí hann var so illa fyri.

Venjingin munaði so væl at Carsten nú bæði skipar fyri undirvísing í spinning, og sjálvur íðkar triathlon.

At hjálpa Carsten kemur Mads Wiberg, ið eisini hevur CP, er spinninginstruktørur, námsfrøðingur ið skipar fyri ítróttartiltøkum til børn ið bera brek, og hevur vunnið eina virðisløn fyri sítt arbeiði við einum flogbóltsliði

Venjingarnar eru ókeypis.

Øll eru vælkomin, men viðmælt verður at boða frá luttøku á facebooksíðuni hjá ÍSB www.facebook.com/itrottasambandfyribrekad/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo