Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Í gjár kom Spógvin, sum skal røkja Hest- og Koltursleiðina, inn á Havnina. Spógvin er pussaður innan og uttan, og eisini er nýggj bátabrúgv gjørd.

Enn manglar bara smávegis klárgering, og báturin er væntandi klárur at sigla í komandi viku.

Strandferðslan skrivaði undir keypssáttmála av ferðafólkabátinum fyri nøkrum vikum síðani, og Spógvin fer at sigla á Hest- og Koltursleiðini burturav.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo