Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Í dag byrjaði Spógvin at sigla á Hestleiðini, og í tí sambandi skipaði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyri einum almennum túri út í Hest seinnapartin. Við á túrinum var Samferðslumálaráðið, Strandferðslan, umboð fyri Teistanevndina, og eisini vóru fjølmiðlar við á túrinum.

Hestfólk eru sera glað fyri at hava fingið ein fastan bát at sigla á farleiðini, og eisini er Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sera glaður fyri, at ein loysn er funnin. Eftir almenna túrin til Hest í dag, kundi eisini staðfestast, at báturin er vælegnaður til endamálið.

Strandferðslan undirskrivaði keypssáttmála av ferðafólkabátinum fyri nøkrum vikum síðani. Spógvin er góðkendur til 18 fólk á vetrarhálvuni og 25 á summarhálvuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo