Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Innlendis ítróttur

Aftaná dystin í dag millum Sporðdrekan og Ravn, bleiv greitt, at Sporðdrekin er hitt liðið í kurvabóltsfinaluni, ið verður leikt tann 20. mai 2017.

Ravnur var longu í finaluni áðrenn dystin, men tað var greitt beinanvegin, at teir ætlaðu sær ígjøgnum kappingarárið uttan at tapa.

Dysturin í dag var spennandi frá fyrsta bríksli, og man sá, at bæði liðini vildu hava sigurin.

Fyrsti fjórðingur koyrdi eitt sindur aftur og fram, men Ravnur kom allíkavæl betri frá byrjan og hetta gjørdi, at fjórðingurin endaði 11 – 8 til Ravn.

Í næsta fjórðingi  gekk eitt sindur betri hjá Ravni, og vunnu teir hendan 15 – 10, so samanlagt endaði fyrri hálvleikur 26 – 18 til Ravn.

Betur gekk hjá Sporðdrekanum í triðja fjórðingi, og Ravnur kom í feiltrupulleikar, sum gjørdi, at Sporðdrekin vann fjórðingin 11 – 22, ið viðførdi, at Sporðdrekin kom framum 37 – 40.

Ravnur kom betur frá byrjan í fjórða og síðsta fjórðingi, og í einar 5 min. var støðan 44 –  44, har hvørgan av liðunum vildi geva seg.  Bjarni Zachariassen hjá Ravni fekk  sín fimta feil, og var spælið eitt sindur rokaligt ta løtuna. Løtu seinni skoraði Magnus Jakobsen frá Sporðdrekanum og kláraðu sporðdrekarnir at halda leiðsluna restina av dystinum, so hann endaði  við sigri til Sporðdrekan  46 – 48, og harvið klárar Hamar ikki at fanga Sporðdrekan aftur.

Toppskjúttar vóru John Thomsen frá Sporðdrekanum við 15 stigum og Bergur Gregersen frá Ravni við 13 stigum.

Støðan aftaná 11 dystir er:

Ravnur                  7 stig

Sporðdrekin       3 stig

Hamar                   1 stig.

Ein dystur er eftir í vanligu kappingini, og hesin er millum Hamar og Sporðdrekan, sum verður leiktur 6. mai 2017.

Finalan millum Sporðdrekan og Ravn verður leikt 20. mai 2017 í Hoyvíkshøllini.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo