Fríggjadagslátur verður sunnudagsgrátur
- føroyskt orðatak
Krutl

BirkBloggur: Filmurin Spotlight, sum júst hevur vunnið Oscarvirðislønina sum besti filmur, varð sýndur í Filmsfelagnum mikukvøldið. Innan sýningina segði Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hesi orð:

"Tað er gleðiligt at síggja, at so mong eru komin her í kvøld at hyggja eftir hesum filminum, sum júst hevur vunnið Oscar heiðurslønina fyri besta film. Filmurin snýr seg í stuttum um arbeiðið hjá einari redaktión á Boston Globe, sum í 2002 kundi avdúka umfatandi kynsligan ágang innan katólsku kirkjuna.

Eg fegnist um, at ein filmur, sum í høvuðsheitum snýr seg um kannandi journalistikk vinnur høvuðsheiðurslønina til Oscarútdeilingina, tí tað setur fokus á týdningin av kannandi, ella gravandi, journalistikki. At tit eru so mong sum hava valt at koma í biograf í kvøld, sigur mær, at áhugin fyri journalistikkinum eisini er til staðar í Føroyum. Tað er gleðiligt!

Tí journalistikkur hevur týdning. Gravandi journalistikkur er alneyðugur fyri at avdúka ivasom viðurskifti í samfelagnum. Men tað hóvar ikki altíð valdshavarunum, at vit ganga teimum ov nær.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo