Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Hvat um tveyhundrað border collies vóru dripnir mitt inni í New York og myndugleikarnar søgdu, at tað er  lógligt at drepa um man sær ein flokk av hundum?

Kykmyndir høvdu florerað um allan heimin og enntá føroyingar høvdu hildið tað verið ófatuligt.

Um enntá ein stór við neglaklippara og spakuliga royndi at skera høvdið av.

Springarar eru delfinir og delfinir eru í dag at rokna sum eitt intelligent kelidjór.

Tað er ein paralellur av myndum sum ferðast runt á netinum. Myndirnar av at tveyhundrað delfinir blivu dripnar og tíverri var mynd av einari ónyttu sum við felliknívi royndi av taka lívið av kelidjóri sum vigar tvey tons.

Tað er stór skomm, at tá frystiboksirnar hjá føroyingum eru á tremur við grind, at man skal drepa springarar.

Hví skal man byggja land uppá lægsta felagsnevnara?

Politiska skipanin má lóggeva á økinum og banna drápi av springara.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo