Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Tottenham Hotspur hevur í kvøld tryggjað sær eitt sera gott útgangsstøði til seinnu 1/8 finaluna í Champions League, sum verður um tríggjar vikur.

Tottenham gjørdi nevniliga ikki mætari enn at vinna heili 3-0 á heimavølli ímóti oddaliðnum í týsku Bundesliguni, Borussia Dortmund. 

Støðan í hálvleikinum var 0-0.

Borussia Dortmund var marginalt betra liðið í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki vístu Dortmund leikararnir, at teir ikki eru Paris St Germain.

Samstundis vístu Spurs leikararnir, at teir eru sum heild munandi sterkari í luftspælinum, enn United leikararnir eru. Teir vístu eisini, at teir, í mun til United leikararnar, ikki lata seg ávirka av skaðum.

Øll trý málini hjá Spurs í kvøld komu eftir innlegg. Son Heung Min legði Spurs á odda 1-0 í 47. minutti við einum frálíkum innleggi frá belgiska vinstrabakkinum, Jan Verthongen, meðan sami Verthongen økti um støðuna til 2-0 í 83. minutti við einum líka so frálíkum innleggi frá Serge Aurier.

Spurs venjarin, Mauricio Pochettino setti síðan spanska framherjan, Fernando Llorente inn á vøllin, helst við tí endamáli at verja seg ímóti einum útivallarmáli.

Llorente gjørdi tó meira enn bara at verja. Hann var nevniliga ikki meira enn komin inn á vøllin, tá hann kom at standa leysur við fremru stong og stútaði eitt hornaspark frá Christian Eriksen í kassan.

3-0 til Spurs, og heimaáskoðararnir vóru á gosi.

Dortmund má hinvegin ásanna, at felagið er í einum lítlum aldudali fyri tíðina.

Liðið liggur enn á einum 1. plássi í týsku Bundesliguni, men farna leygardag leikti liðið javnt 3-3 ímóti Hoffenheim eftir at hava verið á odda 3-0 í hálvleikinum. Hetta hendi fáar dagar, eftir at liðið eisini varð sligið út úr týsku steypakappingini.

Dysturin ímillum Dortmund og Werden Bremen endaði 3-3, og hareftir tapti Dortmund eftirfylgjandi brotssparkskappingina 4-2.

Ein annar dystur varð eisini leiktur í Champions League í kvøld - ímillum Ajax Amsterdam og Real Madrid. Real Madrid vann tann dystin 2-1.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo