Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Tottenham Hotspur hevði ein hugnaligan dag á kontórinum - heimavøllinum Wembley - í dag, tá liðið vann einki minni enn 5-1 á Stoke City.

Harvið fekk liðið hol á aftur stigainnsavningina í Premier League eftir ein lítlan turk hesi síðstu umførini.

Spurs hevur nú 28 stig á 5. plássinum í Premier League.

Málskjúttar hjá Spurs í dystinum í dag vóru Ryan Shawcross (21, sjálvmál), Son Heung-Min (53), Harry Kane (54 & 65) og Christian Eriksen (74). Ryan Shawcross minkaði um munin til 1-5 í 80. minutti.

Stoke City liggur eftir ósigurin í dag á einum 15. plássi við 16 stigum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo